Grikska tjóðartingið samtykt fleiri spariætlanir

Grikska tjóðartingið samtykt fleiri spariætlanir
Ætlanirnar geva stjórnini hjá Alexis Tsipras, forsætisráðharra, heimild at samráðast við altjóða kreditorar um nýggj lán.
 
23.07.2015 - 09:28

 Meirluti var fyri ætlanini, ið skal fáa grisku tjóðina aftur á beint. 

Tað er eftir boðum úr ES, altjóða valutagrunninum IMF og evropeiska miðbankanum, at Grikkaland skal gera eina røð av nýskipanum, skal landið fáa fleiri lán. 

Hetta er annar nýskipanarpakkin, ið tjóðartingið samtykkir - tann fyrri varð samtyktur í síðstu viku. 

Hóast meiriluti í tjóðartinginum tók undir við spariætlanini, er talan um trupla støðu hjá Alexix Tsipras, forsætisráðharra, tí fleiri í hansara egnu stjórn taka ikki undir við ætlanini. 

Tí hevur verið neyðugt hjá Tsipras við stuðli úr andstøðuni. 

Fólk í túsundatali vóru á gøtuni í Athen í gjár at mótmæla ætlaðu sparitiltøkunum, ið tjóðartingið altso samtykti í nátt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV