Grindalógin kortini ikki roynast í dag

Grindalógin kortini ikki roynast í dag
Rættarfundurin, sum skuldi vera klokkan hálvgum tíggju í dag, verður sum skilst ikki fyrr enn fyrst í august
 
23.07.2015 - 10:48

Hetta tí politiið ikki er liðugt at kanna málið.

Tvey fólk hjá Sea Shepherd eru skuldsett fyri at bróta nýggju grindalógina. Tey vórðu tikin í Kalsoyarfirði mánamorgunin.

Tá politiið avhoyrdi tey mánadagin noktaðu tey seg sek og noktaðu eisini at svara, tá politiið avhoyrdi tey.

Tá avhoyringin var liðug seinnapartin mánadagin, vórðu fólkini latin leys og mál teirra latin ákæruvaldinum, sum avger, um málini skulu leggjast fyri Føroya rætti.

Sea Shepherd fólkini, ein 31 ára maður úr Týsklandi og ein 40 ára gomul kvinna úr USA, eru skuldsett fyri at bróta grein 9 í nýggju grindalógini, tað er fyri ikki at gera eftir boðunum frá sýslumanninum, tá roynt varð at fáa rakstur á eina grind í Kalsoyarfirði mánamorgunin.

Báturin, sum tey bæði fólkini vóru í, varð eisini tikin. 

Kvinnan verður kortini avhoyrd í Føroya rætti í dag, tí hon skal av landinum fyrsta dagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107