- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tjóðsangurin fyri fyrstu ferð í upprunaútgávuni
Fyri fyrstu ferð nakrantíð fer tjóðsangurin, "Tú alfagra land mítt", at verða sungin á tinghúsvøllinum í upprunaútgávuni, sum Petur Alberg skrivaði.
"Tú alfagra land mítt" var skrivaður í 1907.
Aftaná at sangurin var skrivaður, blivu nógvar ymiskar útsetingar gjørdar av sanginum - eitt nú fyri hornorkestur, fyri harmonikuorkestur, sang og gittar, og so framvegis - og í hesum útsetingum bleiv sangurin broyttur.
Kórleiðari Bjarni Restorff hevur granskað allar tær fimm útgávurnar, sum Petur Alberg skrivaði av "Tú alfagra land mítt". Allar útgávurnar eru eins, og tulkar Bjarni Restorff hetta sum prógv fyri, at Petur Alberg ikki ætlaði, at sangurin skuldi broytast.
- Eg hugsaði, at tað var rætt móti Petur Alberg, at vit varðveitu tann originala, soleiðis sum Petur Alberg skrivaði hann, sigur Bjarni Restorff.