Enn eitt harðskapsmál á Summarfestivalinum

Enn eitt harðskapsmál á Summarfestivalinum
Ein maður var sligin niður um hálvgum fimm tíðina í morgun á Summarfestivalinum í Klaksvík.
Ein maður mátti á skaðastovuna í nátt, eftir at hann varð sligin niður á økinum, har vesini standa við stadionøkið
Mynd: savnsmynd  
 
09.08.2015 - 10:04

Tveir mans komu til ilnar á Summarfestivalinum í morgum. Teir fóru til hendurs á økinum, har wc'ini standa við stadionplássið, og tað endaði við, at annar var sligin niður. Maðurin mátti á skaðastovuna eftir tilburðin, men enn er ikki greitt, um hann hevði brotið nakað, upplýsir vakthavandi á politistøðini

Hetta er ikki fyrsta harðskapsmál á Summarfestivalinum í ár. 

Náttina til fríggjadagin fór ein annar maður á skaðastovuna. Hann hevði brotið nøsina, og illgruni var eisini um, at hann hevði brotið kjálkabeinið eftir ein bardaga á festival-økinum.

Aðrir smáir samanbrestir hava verið millum fólk, sum hava verið ósamd um eitthvørt, men hetta er ikki óvanligt, tá nógv fólk eru savnaði, sigur vakthavandi á politistøðini, sum heldur, at festivalurin sum heild hevur verið rímiliga friðarligur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. februar
Morgunlestur mánadagur 23.februar 2026
204592
Sunnudag 22. februar
Bolero
204621
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204619
Leygardag 21. februar
Jambalaja - 210226
204591
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615
Sunnudag 22. februar
Andaktin við Rasmusi Petersen
204613
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607
Leygardag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204575