Japan mintist kjarnorkubumbuna í 1945

Japan mintist kjarnorkubumbuna í 1945
Fólk í Nagasaki mintust í gjár, at 70 ár eru liðin síðani ein kjarnorkubumba tók lívið av 74.000 fólkum í japanska býnum
Ein skóti festir í pappírslanternur, sum í gjár vórðu settar at minnast offrini, ið lótu lív í Nagasaki 9. august í 1945, tá 74.000 fólk lótu lív
Mynd: AP  
 
10.08.2015 - 11:36

Fleiri túsund fólk mintust í gjár, at 70 ár eru liðin, síðani eitt amerikanskt flogfar tveitti eina kjarnorkubumbu yvir japanska býin Nagasaki, 9. august í 1945.

Klokkurnar ringdu á minningarhaldinum, og borgarstjórin í Nagasaki, Tomihisa Tagami, minti í røðu síni stjórnina á lyftini, sum vórðu givin fyri 70 árum síðani.

SÍ EISINI 70 ár síðani: Soleiðis sær Hiroshima út í dag

- Vandi er fyri, at grundreglan um frið, sum er skrivað í grundlógina, verður útholað, segði Tomihisa Tagami í røðuni til stjórnina.

Shinzo Abe, forsætisráðharri, hevur, síðani hann tók við, roynt at broytt grundlógina, sum forðar Japan at fara í kríggj, men í gjár segði hann, at øll eiga at arbeiða fyri, at eingin atombumba verður í heiminum.

- Vit skulu samtarva við lond, sum hava kjarnorkuvápn, og tey, sum ikki hava slík vápn, so vit fáa ein heim, ið ikki hevur kjarnorkuvápn yvirhøvur, segði Shinzo Abe.

Greinin heldur fram niðanfyri

Sameindu londini hjá Japan hava funnist at japansku grundlógini, tí hon forðar eisini fyri, at Japan er partur av friðarvarðveitandi tiltøkum ymsa staðni í heiminum.

Japan nýtir í løtuni 265 milliardir krónur í okkara peningi til verjuendamál. Hetta er triðja árið, at verjuútreiðslurnar hækka, og tær hava ongantíð verið so stórar sum nú.

Meirilutin av fólkinum er ímóti, at skal Japan skal dubba seg við hermegi. Tríggjar dagar áðrenn kjarnorkubumban varð slept í Nagasaki, varð Hiroshima lagdur í oyði, tá ein bumba rakti býin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815