Stórur útlendskur áhugi fyri grønlendska valinum 

Stórur útlendskur áhugi fyri grønlendska valinum 
Áhugin hjá amerikanska forsetanum fyri Grønlandi hevur við sær, at nógv útlendsk miðlafólk valfarta til Grønlands 
Jón Brian Hvidtfeldt er staddur í Grønlandi í sambandi við valið, sum verður týsdagin
 
06.03.2025 - 21:36

Tað er einki at siga til, at útlendskir miðlar venda sær móti Grønlandi í hesum døgum. 

Eftir at Donald Trump aftur gjørdist forseti í USA, hevur amerikanski áhugin fyri grønlandi verið stórur, bæði hjá forsetanum og hansara flokki, men sanniliga eisini millum amerikonsk miðlafólk. Ella øll miðlafólk. 

Tí hava nógvir altjóða miðlar gjørt at senda fólk til Grønlands, nú val til landstingið verður hildið týsdagin. 

Vanliga eru tað bara danskir miðlar, sum vísa grønlendskum valum áhuga, men tað er broytt hesaferð. 

Kringvarpið hevur eisini fólk á staðnum, og í kvøld tosaði Jón Brian Hvidtfeldt, journalistur, við fólk á gøtuni um hvat tey vænta av valinum, og hann tosaði eisini við Arnaq Nielsen, journalist hjá Sermitsiaq, um hvat er á skránni til hetta valið. 

Og har fekk hann at vita, at sjálvandi var sjálvsstýrið ein partur, men har eru eisini onnur viðurskifti, so sum livikostnaðurin, sum fylla nógv í valstríðnum. 

 

Lurta eftir øllum innslagnum, sum var í tíðindasendingini í kvøld. 

1730536

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890