Djarvir amerikanarar feldu byrsumann

Djarvir amerikanarar feldu byrsumann
Ein hending í einum toki millum Amsterdam og París í gjár kundi endað í stórari vanlukku, um tað ikki var fyri tríggjar djarvar amerikanarar
Ein 26 ára gamal maður skeyt við einari Kalasnikhov-riflu í snartokinum millum Amsterdam og París.
Mynd: dr.dk  
 
22.08.2015 - 15:24

Tað var um fimm tíðina seinnapartin í gjár, at ein 26 ára gamal maður knappliga byrjaði at skjóta við einari Kalasnikhov-riflu í snartokinum millum Amsterdam og París.
Í eini 15 sekund skjeyt maðurin rundanum seg, men so eydnaðist tað trimum monnum at avmanna hann.

   -Vit hoyrdu eitt skot og hoyrdu glas brotna aftanfyri okkum og sóu starvsfólk í tokinum renna framvið okkum eftir gongini í tokinum, sigur ein av teimum trimum monnunum, Anthony Sadler, við AP-tíðindastovuna. 
Teir tríggir menninir, sum eru barndómsvinir, lupu fram og fingu skrykt rifluna frá 26 ára gamla manninum og lagt hann niður.

Trý ferðafólk blivu særd av skotum, tvey teirra illa særd, siga franskir myndugleikar. Ein av teimum trimum amerikanarunum varð særdur, tá gerningsmaðurin stakk hann við knívi. Hann er tó ikki í lívsvanda. 

Hendingin hevur vakt ans víða um. Fronsku myndugleikarnir eru sera takksamir. Franski innanríkisráðharrin, Bernard Caze-neuve, hevur heilsað upp á menninar og givið teimum heiðurstekn fyri dirvið.

26 ára gamli maðurin, sum skjeyt, er handtikin. Franskir miðlar siga, at hann er ein gamal kenningur hjá fregnartænastunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001