- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leiðarar á kreppufund um flóttafólkastreymin
Politisku leiðararnir í Fraklandi og Týsklandi, Francois Hollande og Angela Merkel, skulu í dag á kreppufund um, hvat Evropa skal gera við avbjóðingina við tey nógvu flóttafólkini, sum koma til Evropa.
Franski forsetin og týski samveldiskanslarin skulu millum annað tosa um kvotur fyri flóttafólk og tilflytarar, váttar franski innanríkisráðharrin, Laurent Fabius, fyri Reuters tíðindastovuni.
Ein kelda hartar avgerðir hjá ES
Ein kelda í fronsku forsetaborgini sigur við fronsku tíðindastovuna, AFP, at avgerðirnar, sum higartil eru tiknar í ES ikki eru nøktandi, ikki eru nóg skjótar og loysa ikki uppgávuna. Støðan loysir ikki seg sjálva, sigur keldan.
Í juni vístu limalond í ES aftur uppskotið frá Jean Claude Junkcker, formanni í ES-nevndini, um at seta í verk kvotur fyri, hvussu túsundtals fóttafólkini, sum streyma - serliga- til Italia og Grikkaland - skulu býtast millum londini í Evropa.
Á fundinum í dag fara Hollande og Merkel at tosa um ynskini hjá stjórnum teirra um at fara longri fyri at fáa semju um strategi, sum millum annað fevnir um politikk fyri friðskjót, og fyri at seta í verk ein meiri fullkomnan evropiska politikk, sigur keldan á fronsku forsetaborgini.
Umrøða møguleikan at gera móttøkustøð
Sambært kelduni fara Merkel og Hollande at hava ein lista yvir lond, hvørs ríkisborgarar ikki fara at verða tiknir sum umsøkjarar um friðskjól uttan so, at óvanlig persónlig viðurskifti tala fyri hesum. Higartil hevur ikki eydnast at gera slíkan lista í ES-høpi.
Angela Merkel og Francois Hollande skulu eisini tosa um, hvussu ES kann hjálpa til at seta í verk móttøkumiðstøðir í Grikkaland og Itala fyri at hjálpa til við at eyðmerkja tey, sum søkja um friðskjól og tilflytarar, sum skulu sendast heimaftur.
Seinast mánaðin eru 107.500 fólk komin til ES-londini. Talið veksur væntandi næstu mánaðirnar, skriva tíðindastovurnar, Ritzau og AFP.