- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendingar tóku øll á bóli
Ísland tók í gjár allan heimin á bóli, tá ið landsliðið í fótbólti enn einaferð vann á Hollandi í Hollandi. Við 1-0 sigrinum í Amsterdam í gjárkvøldið vantar íslendingum nú eittans stig fyri at sleppa við í EM-endaspælið.
Stigið kunnu teir tryggja sær sunnudagin, tá teir skulu spæla móti Kasakstan á Laugardalsvøllinum. Sigurmálið í dystinum í gjár skoraði Gylfi Sigurðsson í 51. minutti, tá ið Ísland fekk brotsspark.
Undirmannaðir
Hollendska liðið varð undirmannað longu í fyrsta hálvleiki, tá Bruno Martins Indi sló íslendska framherjan Kolbein Sightórsson í høvdið, og Bruno fekk reytt kort og varð sendur av vøllinum.
Hollendska liðið megnaði í fjør at koma upp á triðja pláss í HM-endaspælinum í Brasil. Í ár hevur tó gingið óvanliga illa, og tapið fyri Íslandi kemur dátt við hjá nýggja venjaranum, Danny Blind.
Sambært the Guardian vóru 3.000 íslendingar við og stuðlaðu landsliðnum í Amsterdam í gjár. Hetta svarar til eitt prosent av íslendska fólkinum.
Ísland liggur ovast í sínum bólki við 18 stigum. Liðið hevur tríggjar dystir eftir í EM-undanspælinum.