Tyrlan boðsend tvær ferðirnar

Tyrlan boðsend tvær ferðirnar
Tyrlan hjá Atlantic Airways var sunnukvøldið tvær ferðirnar eftir tveimum tímum eftir sjúklingum í Sandoynni
Tvær ferðirnar sunnukvøldið vóru boð eftir tyrluni hjá Atlantic Airways eftir sjúklingum í Sandoynni, ið skuldu flytast á Landssjúkrahúsið
 
07.09.2015 - 08:50

Klokkan 21:11 sunnukvøldið vóru boð eftir tyrluni, tí ein sjúklingur í Sandoynni skuldi flytast á Landssjúkrahúsið í skundi.

Minni enn tveir tímar seinni, klokkan 23:07, var tyrlan aftur boðsend eftir sjúklingi - eisini í Sandoynni.

MRCC sigur, at tá tyrlan verður boðsend er tað tí, at sjúklingar skulu flytast í skundi á sjúkrahús, eisini hóast tað er koyrandi ella siglandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891