150 húsarhald brúka jarðhita

150 húsarhald brúka jarðhita
Íløgan í jarðhita er stór, men hon vinnur seg aftur sum frá liður, tí hitin verður bíligari, sigur Jarðfeingi
 
16.09.2015 - 09:47

Íløgan er stór, men rokningin hvønn mánað er minni.

Nú eru skjótt seks ár síðani, fólk fóru at brúka jarðhita í Føroyum. Og nú hava yvir hálvt annað hundrað húsarhald í Føroyum jarðhita.

Tað skrivar Jarðfeingi á sínari heimasíðu.

Íløgan í jarðhita er stór, men hon vinnur seg aftur sum frá liður, tí hitin verður bíligari.

Kostar 110.000 kr.

Jarðfeingi skrivar, at í einum føri er íløgan 110.000 kr. Men árliga útreiðslan til hita er minkað 14.500 kr., so tá átta ár eru farin, er íløgan goldin.

Eitt annað húski fekk sær jarðhita fyri 150.000 kr. 

Fyrr var oljurokningin 2.200 kr. um mánaðin. Nú er eingin oljurokning, men SEV kostar 700 kr. um mánaðin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418