13 avgerðir hjá Familjufyrisitingini kærdar

13 avgerðir hjá Familjufyrisitingini kærdar
Oftast vera avgerðir um barnagjald og samveru kærdar
Í 2024 fekk Familjufyrisitingin 216 skrivligar fyrispurningar og ikki færri enn 2.847 munnligar fyrispurningar, í miðal 237 um mánaðin.
 
06.06.2025 - 09:05

13 avgerðir hjá Familjufyrisitingini vóru kærdar í fjør.

Kærustovnurin staðfesti seks avgerðir hjá Familjufyrisitingini.

Tvær kærur fullu burtur. 

Hinar fimm kærurnar vóru ikki avgreiddar, tá árið var liðugt.

10 kærur vóru í 2023. Í 2017 til dømis vóru 20 kærur.

 

Barnagjald og samverur

Oftast vera avgerðir um barnagjald og samveru kærdar.

Búgva foreldur hjá barni ikki saman, hevur barnið rætt til samveru við tað foreldur, sum barnið ikki býr hjá.

Í 2024 fekk Familjufyrisitingin 216 skrivligar fyrispurningar og ikki færri enn 2.847 munnligar fyrispurningar, í miðal 237 um mánaðin.

612 vóru í avgreiðsluni, hinir í telefonini.

Á ólavsøku í 2018 yvirtóku Føroyar familjurættarliga málsøkið.

Og tá byrjaði Familjufyrisitingin, sum kom í staðin fyri Ríkisumboðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129