ES boykottar russiskt reiðarí sum sleppur at fiska í Føroyum

ES boykottar russiskt reiðarí sum sleppur at fiska í Føroyum
Russiski trolarin Melkart-2 sleppur at fiska í føroyskum sjógvi og sleppur í føroyskar havnir
Ein trolari hjá Murman Seafood í havn í Havn.
 
05.06.2025 - 10:25

Russiski trolarin Melkart-2 sleppur at fiska í føroyskum sjógvi og sleppur í føroyskar havnir.

Reiðaríið Murman Seafood eigur Melkart-2.

Men ES hevur avgjørt at revsa Murman Seafood, tí illgruni er um at skip felagsins njósna og gera seg inn á sjókaðlar.

Tá er talan um trolaran Melkart-5.

- Hetta hóttir ES, sigur ES.

NRK, norska kringvarpið, hevur skrivað um málið. 

Danska kringvarpið hevur eisini skrivað um málið.

DR hevur spurt Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, um tað eisini fer at seta revsitiltøk í verk móti Murman Seafodd.

Tað svarar skrivliga, at tað er farið at kanna, um slík tiltøk krevja lógarbroyting.

Landsstýrið hevur áður sagt, at Føroyar gera sum ES, tá ræður um at revsa Russland. 

DR hevur eisini roynt at fingið viðmerking frá løgmanni, men tað er ikki eydnast. 

29 russisk skip sleppa at fiska í føroyskum sjógvi frá 1. apríl til 31. oktober.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815