Hákun ein sigur frá týska meistaraheitinum

Hákun ein sigur frá týska meistaraheitinum
Hákun West av Teigum og Füchse Berlin vunnu á Gummersbach og eru ein sigur frá meistaraheitinum. Vongurin hevur eisini longt sáttmálan við høvuðsstaðarfelagið til 2028
Hákun West av Teigum - her ímóti Aalborg í Champions League - og Füchse Berlin eru á veg ímóti fyrsta týska meistaraheitinum
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
06.06.2025 - 09:46

Hákun West av Teigum skeyt fimm mál, tá Füchse Berlin vann 45-35 á Gummersbach í gjár og fór framum Magdeburg og upp á 1. plássið í týsku Bundesliguni.

Eydnast tað at vinna á Rhein-Neckar Löwen á útivølli í síðsta umfari sunnudagin er Füchse Berlin meistari fyri fyrstu ferð. Um Magdeburg ikki vinnur, er úrslitið undir øllum umstøðum hitt sama.

Føroyski vongurin skeyt tvey mál fyri steðgin og trý í seinna hálvleiki í Max-Schmeling-leikhøllini, har heimaliðið setti fulla ferð á álopsmaskinuna við Mathiasi Gidsel á odda.

 

Longt sáttmálan

Hákun West av Teigum hevur spælt væl fyri Füchse Berlin hetta kappingarárið. Eftir at Hans Lindberg takkaði fyri seg síðsta summar, hevur føroyingurin verið fyrsta væl á høgra veingi, og um alt gongur væl, kann føroyski vongurin vinna bæði meistaraheitið og Champions League í ár. 

Bæði spælarin og felagið tykjast vera væl nøgd við gongdina, tí í gjár kunngjørdi Füchse Berlin, at Hákun West av Teigum hevur longt sáttmálan til 2028.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482