Nú skal loysn finnast fyri grótgoymsluna oman fyri Velbastað

Nú skal loysn finnast fyri grótgoymsluna oman fyri Velbastað
Upprunaliga evstamarkið var 31. desember í fjør, men avtalan er longd eitt ár
Tórshavnar kommuna rindar bóndanum á Velbastað 187.200 krónur um árið í leigu fyri mista grasið.  
 
06.06.2025 - 13:19

Tórshavnar kommuna skal í seinasta lagi nýggjársaftan í ár hava funnið eina loysn fyri grótgoymsluna oman fyri Velbastað. 

Búnaðarstovan heldur tað vera skilagott at nýta grótið til bygging og annað.

- Málið skal loysast, sigur Tróndur G. Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni.

Upprunaliga var evstamark at finna eina loysn á grótrúgvuni sett til 31. desember í fjør, men avtalan er longd eitt ár.

 

Tróndur G. Leivsson. 

 

Kommunan keypt grótið

Avtalan var upprunaliga við Eystur- og Sandoyartunlar, men síðani hevur Tórshavnar kommuna keypt grótið fyri 11,4 mió krónur, og hevur tikið við avtaluni.

Tórshavnar kommuna rindar bóndanum á Velbastað 187.200 krónur um árið í leigu fyri mista grasið.  

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

06042025_Grotgoymsla_Leivur

 

Elsa Berg. 

 

Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, veit ikki enn, um kommunan fer at brúka alt grótið, ella ein partur skal tyrvast.

Borgarstjórin var gestur í útvarpsstovuni: 

 

06052025_Elsa_Berg


 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904