Sirið fingið fyrsta spurningin

Sirið fingið fyrsta spurningin
Kári P. Højgaard spyr landsstýriskvinna í kommunumálum, um allir borgarstjórar ikki eiga at verða javnsettir
 
18.09.2015 - 08:49

Undanfarna landsstýriskvinnan í kommunumálum ætlaði at nokta fólki at vera borgarstjóri og løgtingsfólk samstundis.

Men hvat heldur nýggja landsstýriskvinnan í kommunumálum um tað?

Sirið Stenberg fekk fyrsta skrivliga fyrispurningin í hesum valskeiðinum.

Kára P. Højgaard í Nýggjum sjálvstýri hevur spurt landsstýriskvinnuna í kommunumálum, um ikki allir borgarstjórar eiga at vera javnsettir.

Munur verður gjørdur

Tingmaðurin undrast á, at til dømis borgarstjórin í størstu kommununi sleppur at vera bæði borgarstjóri og løgtingsmaður, men tað sleppur borgarstjórin í næststørstu kommununi ikki. 

Kári P. Højgaard spyr eisini Sirið Stenberg, um hon ætlar at broyta kommunustýrislógina, so borgarstjórar, settir fulla tíð, ikki samstundis kunnu vera í løgtinginum.

Kári P. Højgaard sigur, at hetta er eitt prinsippmál. 

Spurnartekin kann setast við avgerðina hjá einum býráði um, at borgarstjórin skal velja millum at vera borgarstjóri ella tingfólk ella borgarstjórin kann vera bæði í senn.

Mannagongdin eigur at vera so greið, at eingin kann ivast í, um avgerðin hjá kommunustýrinum byggir á vælvilja ella illvilja móti borgarstjóranum, ella um politisk motiv eru fyri avgerðini. 

Býráðið í Klaksvík bað borgarstjóran, Jógvan Skorheim, velja millum býráðið ella løgtingið. Hann valdi býráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424