Vikan & Valið í nýggjum hami

bannari
Vikan & Valið í nýggjum hami
Valið er av, nýggj samgonga er skipað og er farin til verka. Men ruðuleiki er helst orðið, ið best lýsir politisku støðuna seinastu vikunar
Bjarni Djurholm, Tórbjørn Jacobsen og Jóannes Eidesgaard eru gestir í sendingini "Eftir valið"
 
18.09.2015 - 14:39

Í sendingini "Eftir valið" fara fyrrverandi tungvektarar í føroyskum politikki at greina politisku støðuna.

Tveir dagar eftir valið brast fyrsta bumban. Annika Olsen, við sínum næstan 1000 atkvøðum, meldaði seg úr Fólkaflokkinum, sum knappliga bert taldi fimm tinglimir. Men hon var ikki einasti avhopparin, vísti tað seg.

Dagin eftir, at samgongan var skipað, valdi Sonja Jógvansdóttir at fara úr Javnaðarflokkinum, tí hjúnabandslógin ikki er nevnd í samgonguskjalinum. Hetta gjørdi Annika Olsen sær dælt av.

Í gjár gjørdist Annika Olsen framsóknarkvinna og fekk maktfullasta nevndarsessin í Løgtinginum, tá hon gjørdist forkvinna í fíggjarnevndini.

Í kvøld fara Torbjørn Jacobsen, Jóannes Eidesgaard og Bjarni Djurholm at viðgera politiska ruðuleikan seinastu vikunar. Tað er beint eftir Dag & Viku.

Vertur er Liljan Weihe

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203