Viðgera kæru um eftirløn

Viðgera kæru um eftirløn
Ein borgari hevur kært til landsstýrismálanevndina um síni eftirlønarviðurskifti.
Bárður Kass Nielsen úr Nýggja Sjálvstýri er formaður í landsstýrismálanevndini
 
17.10.2015 - 15:22

Landsstýrismálanevndin fer týsdagin aftur at viðgera eina kæru frá einum borgara, sum ikki er nøgdur við síni eftirlønarviðurskifti. 

Tá kæran kom í summar, var Annika Olsen landsstýriskvinna í almannamálum. Nevndin avgreiddi ikki málið fyri ólavsøku, og tí arvaði nýggja landsstýrismálanevndin tað.

Nevndin hevði fund um kæruna fyrr í hesum mánaðinum, men tók ikki støðu til, um hon skal viðgera kæruna, ella vísa henni frá sær.

Málið er á skránni aftur hjá landsstýrismálanevndini fyrrapartin týsdagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083