Bankin ætlaði at keypa jørðina í 2013

Bankin ætlaði at keypa jørðina í 2013
BankNordik ætlaði tíðliga í 2013 at keypa part av lendinum, 1.383 fermetrar, sum Fiskimálaráðið eigur, norðan fyri bankan í Húsagøtu
Tíðliga í 2013 ætlaði BankNordik at keypa ein part av lendinum norðan fyri bankabygningin í Húsagøtu til útbygging
Mynd: Kort: kortal.fo  
 
22.10.2015 - 13:25

Bankin ætlaði at byggja út, 600 fermetrar í trimum hæddum, og gera bilpláss til 90 bilar. Fiskimálaráðið var sinnað at selja, men við teirri treyt, at útbyggingin ikki forðaði fyri, at grannin, Sjóbjargingarstøðin, eisini kann byggja út.

Tað sæst í brævaskifti, sum Útvarpið hevur fingið innlit í. Útbyggingin hjá BankNordik varð tó av ongum. Bygningurin í Húsagøtu varð í fjør seldur Tórshavnar kommunu, og BankNordik bygdi nýtt høvuðssæti í Havn.

SÍ EISINI Átta milliónir fyri 1500 fermetrar

Nú ætlar danska Bygningsstyrelsen so at keypa bygningin í Húsagøtu frá kommununi til politistøð. Og Bygningsstyrelsen hevur eisini brúk fyri lendinum hjá Fiskimálaráðnum norðanfyri.

Fiskimálaráðið er sinnað at selja 1500 fermetrar fyri átta milliónir krónur. Men lendið hjá Fiskimálaráðnum er framvegis við, tá bankin og landsstýrið á vári í 2013 tingaðust um tríggjar bygningar hjá BankNordik í miðbýnum í Havn, sum landið ætlaði at keypa.

Landið skuldi keypa bankan og grannabygningarnar, har sum handilin Guðrun og Guðrun er og Skyn var, fyri 51 mió. kr. Tann handilin varð tó av ongum, tí Tórshavnar kommuna keypti bankan í miðbýnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890