Lækka kommunuskattin tvey prosentstig

Lækka kommunuskattin tvey prosentstig
Skattaprosentið í Eiðis kommunu lækkar ætlandi tvey prosentstig, úr 20,75 prosentum niður í 18,75 prosent
Sambært uppskotinum um fíggjarætlan fyri 2016, lækkar skattaprosentið í Eiðis kommunu við tveimum prosentstigum næsta ár
 
06.11.2015 - 16:35

Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði, sigur, at sambært uppskotinum um fíggjarætlan fyri 2016, lækkar skattaprosentið næsta ár.

Barnafrádrátturin verður sambært uppskotinum tann sami sum í ár, 7.500 kr. Men, sigur borgarstjórin, treytin er, at landið ongar stórar fíggjarligar byrðar leggur á kommununa.

Góð útlit geva rúm fyri skattalækking

Tað ber til at lækka skattaprosentið á Eiði, tí útlitini hjá kommununi eru framúr góð, stóru inntøkurnar í ár og metingin fyri 2016 loyva lækkingini, sigur Jógvan í Skorini.

Í uppskotinum um fíggjarætlan fyri 2016 eru eisini nakrar stórar íløgur. Ítróttar-, bygdar- og frítíðarskúlahús til 300 fólk skal byggjast við fótbóltsvøllin í Hólmanum. Tað skal vera liðugt næsta ár.

Mentanarmiðdepilin við skúlan skal eisini gerast liðugur. Har eru venjingarhøli til tónleikarar og høli til fyrilestrar og biograf. Uppskotið um fíggjarætlanina hjá Eiðis kommunu fyri 2016 skal til fyrstu viðgerð týsdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025