5,3 milliónir at endurstovna bankan

5,3 milliónir at endurstovna bankan
Tað fer at kosta 5,3 milliónir krónur næsta ár at endurstovna Landsbanka Føroya
 
19.11.2015 - 11:20

Fíggjarmálaráðið hevur biðið Fíggjarnevndina seta pengarnar í fíggjarlógina fyri 2016. Landsbankin skal endurstovnast 1. mai næsta ár.

Landsstýrið ætlar, at til raksturin átta mánaðir í 2016 skulu flytast 2,6 mió. kr. frá Gjaldstovuni og 1,2 mió. kr. frá Hagstovuni, og harafturat skal játtast hálv onnur millión til endurstovnanina.

Sambært Fíggjarmálaráðnum skal Landsbankin skipast sum óheftur tjóðarbúskaparligur stovnur, sum skal virka fyri fíggjarligum støðufesti, umsita gjaldføri, fíggjarogn og skuld landsins, gera búskaparfrágreiðingar og geva ráðgeving.

Landsbanki Føroya skal virka sum fíggjarligt váðaráð, sum skal hava yvirskipað eftirlit við fíggjarligu váðunum í føroyska búskapinum. Landsbankin gavst 1. april í 2013.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129