Maður handtikin fyri at smugla rúsevni

Maður handtikin fyri at smugla rúsevni
Ein maður situr í varðhaldi, tí hann royndi at smugla hash til landið, tá Norröna kom á Havnina í morgun. Óvist er, hvussu stór nøgdin er
Ein 19 ára gamal maður er handtikin fyri at royna at smugla rúsevni til Føroya, tá maðurin kom til Føroya við Norrönu í morgun
 
30.11.2015 - 14:25

Ein 19 ára gamal maður er handtikin fyri at royna at smugla rúsevni til Føroya. Maðurin kom til Føroya við Norrönu, sum kom inn á Havnina úr Hirtshals stutt fyri klokkan átta í morgun.

TAKS og løgreglan gjørdu regluligar kanningar av ferðafólki í morgun, og millum annað ungi maðurin varð kannaður. Sjálvur segði maðurin, at talan bert var um 50 gram av hasji.

Kanningarnar eru ikki lidnar enn, og er ikki greitt, hvussu stórar nøgdir talan varð um, sigur Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Týsdag 3. november
Veðrið
215860