Ósamsvar millum frágreiðingar í neyðtøkumáli

Ósamsvar millum frágreiðingar í neyðtøkumáli
Løgreglan kannar framvegis eitt mál um neyðtøku, sum skal verða framd í Havn sunnunáttina. Fleiri fólk skulu kanska avhoyrast
Løgreglan kannar framvegis eitt mál, ið ein kvinna hevur meldað sum neyðtøku um vikuskiftið. Samsvar er ikki millum frágreiðingina hjá kvinnuni og manninum
 
30.11.2015 - 13:14

Politiið fekk klokkan tíggju minuttir í trý gjáramorgunin fráboðan um, at ein 35 ára gomul kvinna varð neyðtikin í einum húsum í miðbýnum í Havn.

Maðurin, sum er 42 ár gamal, varð klokkan seks sunnumorgunin tikin við á politistøðina til avhoyringar, og hann noktar seg sekan.

Ikki samsvar millum frágreiðingar

Ósamsvar er millum frágreiðingina hjá kvinnuni, sum meldaði, og hjá manninum. Millum annað um, hvar tey skulu hava verið saman hetta kvøldið.

Annar partur sigur uttandurða og hin innandurða. Maðurin var tí seinnapartin í gjár latin leysur aftur. Løgreglan kannar nú frágreiðingarnar hjá báðum pørtum um hald er í teimum.

Møgulig vitni í málinum skulu eisini avhoyrast, sigur Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558