Lógaruppskot um gjøld komið í tingið

Lógaruppskot um gjøld komið í tingið
Lógaruppskotið, ið skal loyva landinum at taka 108 milliónir frá alivinnuni, er komið í Løgtingið. Alarar mæla staðiliga frá at samtykkja uppskotið
Lógaruppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum, sum skal loyva landinum at taka 108 milliónir krónur frá alivinnuni næsta ár, kom í Løgtingið í gjár
 
10.12.2015 - 11:05

Lógaruppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum, sum skal loyva landinum at taka 108 milliónir krónur frá alivinnuni næsta ár, kom í Løgtingið í gjár.

Sambært galdandi lóg hevði landið fingið 40 mió. kr. í loyvisskatti og tøkugjaldi í 2016. Sambært uppskotinum, sum kom í gjár, fær landið í staðin fyri 108 mió. kr. í tøkugjaldi.

Alivinnan skal tí rinda landskassanum 68 milliónir krónur meira næsta ár. Tøkugjaldið verður ásett eftir prísinum, sum fæst fyri laksin.

Fíggjarmálaráðið broytti uppskotið

Hægri prísur gevur størri gjald, tó í mesta lagi fimm prosent, tá prísurin fer upp um 27 krónur fyri kilo. Fíggjarmálaráðið hevur broytt uppskotið, eftir at alarar gjørdu vart við framleiðslukostnaðin.

Upprunaliga var ætlanin at taka fimm prosent av prísinum, tá hann fór upp um 25 krónur. Men tað er hækkað upp í 27 krónur í lógaruppskotinum.

Fyrst var gjaldið 2,5 prosent, tá prísurin er millum 23 og 25 krónur. Men tað er broytt til at vera 2,5 prosent. tá prísurin er millum 23 og 27 krónur.

Mæla staðiliga frá at uppskotið verður samtykt

Kortini er uppskotið mett at geva landskassanum tað sama sum upprunaliga mett. Samstundis verður loyvisskatturin, hálvt fimta prosent av skattskyldugu inntøkuni, strikaður.

Tøkugjaldið kann dragast frá í skattskyldugu inntøkuni hjá alivinnuni, sum í 2017 fer at rinda góðar 12 milliónir krónur minni í partafelagsskatti, hevur Fíggjarmálaráðið roknað út.

Landsstýrið heldur, at alivinnan eigur at rinda fyri síni framíhjárættindi, sum eru atgongdin til føroysku aliøkini. Alararnir, Havbúnaðarfelagið, mæla løgtinginum staðiliga frá at samtykkja uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558