Veðurkønur: Sannlíkindi fyri kava jólaaftan

Veðurkønur: Sannlíkindi fyri kava jólaaftan
Tað er ikki heilt óhugsandi, at kavi hóast alt kemur niður jólaaftan. Ivamálið sær í løtuni bert út til at verða nær
Fríggjadagin var ikki líkt til, at tað fór at verða hvítt jólaaftan. Vit eiga kortini ikki heilt at missa vónina fyri hvítum jólum, sigur veðurkønur, ið hevur hugt í veðurforsagnirnar
 
21.12.2015 - 08:48

Fríggjadagin sá hon einki serlig út - veðurforsøgnin fyri jólaaftan. Í øllum førum ikki, um tú hevði glett teg til at tað fór at verða hvítt og kavi jólaaftan.

- Hyggja vit at hitalagi og vindi, sær tað út til at tað fer at koma kavi niður jólaaftan. Fyrst vátakavi og seinni kavi, sigur Hanus Kjølbro, lærari á Sjónámi.

Vónin um hvít jól livir enn. Sambært læraranum á Sjónámi, fer tað at koma kavi niður jólaaftan, segði hann við góðan morgun Føroyar fyrr í morgun.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

Dagsins bestu tíðindi?

Posted by Kringvarp Føroya on 21. desember 2015

Hóast tú so smátt kanst gleða teg til kava jólaaftan, er kortini eitt sindur óvist, júst nær kavin kemur niður jólaaftan, sambært læraranum á Sjónámi.

- Tað verður heilt fitt av vindi av norði og kalt. Tað er heilt sikkurt, at kuldin kemur tá onkuntíð, men tað er torført at seta klokku á, sigur Hanus Kjølbro..

Tað eru 16 tímar á muni á veðurforsagnunum. Meðan onkur veðurstova sigur at tað fer at kava fyrr um dagin, sigur DMI at tað verður ikki fyrr enn á midnátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. februar
Upp á tá - 270226
204967
Leygardag 28. februar
Jambalaja - 280226
204966
Leygardag 28. februar
Vikan 28. februar 2026
204961
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735