Nýskiparnevndin bíðar eftir nýggju samgonguni

Nýskiparnevndin bíðar eftir nýggju samgonguni
Nú løgtingsval er útskrivað, kemur einki frá nevndini, sigur formaðurin, Ben Arabo
Nýskipanarnevndin bíðar at koma við nýggjum tilmælum, til løgtingsvalið hevur verið, og nýggj samgonga er skipað.
 
26.02.2026 - 18:00

Einki tilmæli kemur frá Nýskipanarnevndini, fyrr enn nýggj samgonga er skipað, og er farin til arbeiðis eftir løgtingsvalið.

Tað er greitt, nú løgmaður hevur skrivað út løgtingsval at vera 26. mars.

Nevndin var annars á gáttini við nýggjum tilmælum.

Síðani nýskipanarnevndin 4.november í fjør kom við sínum fyrsta tilmæli - tað var at lækka talið av aðalráðum - hevur nevndin ikki latið frætta frá sær.

 


Ben Arabo. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Og nú løgtingsval er útskrivað, kemur heldur einki frá nevndini, sigur formaðurin, Ben Arabo.

Nýskipanarnevndin skal - í tøttum samstarvi við politisku skipanina - greina, viðgera og mæla til nýskipanair, sum styrkja langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum.

Ben Arabo vil tó einki siga um, hvat næsta tilmæli frá nevndini verður.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

26022026_Nyskipanarnevndin

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541