- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja broyta áskoðanina á demensrakt
26 ára gamli hollendski sjúkrarøktarfrøðingurin, Teun Toebes, og leikstjórin, Jonathan de Jong, hava í meira enn trý ár búð saman demensraktum í 11 londum.
Við filminum "Human Forever" eru teir komnir til Føroya við eini áheitan um at broyta áskoðanina á demens og bøta umstøðurnar hjá teimum.
Upprunaliga var ætlanin at siga eina meira fjølbrotta søgu um at hava demens, tá ið tær á fyrsta sinni hittust fyri fimm árum síðani.
- Á ferðini hava fleiri m.a. greitt okkum frá, at tað, sum særir tey mest er, hvussu samfelagið fer við teimum, sigur Teun Toebes, filmframleiðari.
Eftir at hava vitjað á fleiri demensheimum ymsastaðni í heiminum, heita teir á samfeløg um at broyta áskoðanina á demens.
- Vit halda avgjørt, at um vit hava eina aðra áskoðan á demens, so skipa vit okkum øðrvísi, sigur Teun Toebes.
Sambært Nainu Túgvustein, forkvinnu í Alzheimerfelagnum, er upplýsing ein máti at bøta umstøðurnar hjá demensraktum.
Hoyr eisini Nainu Túgvustein greiða frá í innslagi í Degi og viku.

























