Nýggj kanning skal lýsa føroysk lívskor

Nýggj kanning skal lýsa føroysk lívskor
6.000 tilvildarliga valdir føroyingar fáa spurnarblaðið næstu dagarnar.
 
26.02.2026 - 13:06

Hagstova Føroya fer nú fyri fyrstu ferð undir eina umfatandi kanning av lívskorunum í Føroyum. 

Kanningin skal geva føroyska samfelagnum týdningarmikla vitan um, hvussu lívskorini eru her samanborið við okkara grannalond. Hetta er vitan, vit ikki hava nú.

Vitanan kann m.a. vera góð at hava hjá teimum, ið skulu taka avgerðir.

Kanningin byggir á tann kenda EU-SILC leistin (European Union Statistics on Income and Living Conditions). Hetta er ein skipan, sum øll ES-lond og hini Norðurlondini nýta. Týdningurin av hesum er stórur:

  • Sammeting: Vit kunnu fyri fyrstu ferð neyvt sammeta føroysk viðurskifti við onnur lond.

  • Breidd: Kanningin fer langt út um bara inntøkutøl; hon fevnir eisini um heilsu, útbúgving, bústaðarviðurskifti og sosiala luttøku.

  • Gjøgnumskygni: Hetta fer m.a. at geva eina mynd av, hvørji fólk í samfelagnum eru fyri fíggjarligum trýsti, og hvørji liva í vælferð.

Væntandi verða fyrstu føroysku hagtølini um lívskor tøk seinni í ár.

Morgunsendingin vitjaði Hagstovuna og prátaði við Lív Højsted Horsdal, hagfrøðing:

1797374

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846