Samgongan hevur tiltaksuppskot tøk

Samgongan hevur tiltaksuppskot tøk
Samgongan hevur tvey uppskot til reiðar at leggja fram um Vinnunevndin ikki kemur við álitinum um uppboðssølu og veiðigjøld fyri nýggjár.
Samgongan sigur seg hava tiltaksuppskot klár at leggja fyri tingið um Vinnunevndin ikki kemur við einum áðrenn nýggjar
 
23.12.2015 - 13:06

Hesi uppskotini eru mett at geva 111 mió.kr. Men tey kunnu snikkast til, so tey geva millum 170 og 180 mió. kr., sum nýggja uppskotið hjá samgonguni sigur. 

Tey bæði uppskotini, sum samgongan hevur til at taka fyri at fáa fíggjarlógina at javnviga við lítlum avlopi fyri nýggjár, eru tey, sum komu í løgtingið 30.september saman við fíggarlógini.

Tølini í hesum uppskotum eru tey, sum undanfarna samgonga ætlaði at krevja av makreli og sild og í tilfeingisskatti í 2016. Nýggja samgongan noyddist at leggja uppskotini fram saman við fíggjarlógaruppskotinum fyri 1.oktober, hóast hon hevði heilt aðrar ætlani, sum framvegis eru í Vinnunevndini.

Kemur uppskotið um uppboðssøluna og veiðigjøld ikki úr Vinnunevndini fyri nýggjár, kann Fíggjarnevndin skriva álit um hini bæði uppskotini og leggja tey fram, so kabalin hjá samgonguni kortini gongur upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026