Loystu hóast tað er í stríð við sáttmálan

Loystu hóast tað er í stríð við sáttmálan
Fýra skip loystu og settu kós móti ES-sjógvi at fiska uppsjóvarfisk á jólum, hóast tað er í stríð við sáttmálan. Eitt skip vendi kortini aftur
Tað eydnaðist Skipara- og navigatørfelagnum at fáa eitt av teimum fimm uppsjóvarskipunum, sum loystu á jólum at fiska í ES-sjógvi, at venda aftur
 
29.12.2015 - 16:42

Tað eydnaðist Skipara- og navigatørfelagnum at fáa eitt av teimum fimm uppsjóvarskipunum, sum loystu á jólum at fiska í ES-sjógvi, at venda aftur.

Tað upplýsti formaður felagsins, Annfinnur Garðalíð, í frágreiðing síni til aðalfundin í dag. Sambært sáttmálanum við Reiðarafelagið er ikki loyvt at mynstra fyrr enn eftir midnátt 2. jólakvøld.

Kortini loystu fýra skip og settu kós móti ES-sjógvi at fiska uppsjóvarfisk. Skipara- og navigatørfelagið ringdi umborð á skipini og bað tey venda aftur, tí hetta var í stríð við sáttmálan, men einki batti.

Skiparin tók áheitan til eftirtektar

Felagið fekk bræv frá skipunum, har greitt varð frá, at tey sluppu ikki at flyta ófiskaðu kvotuna í ár til næsta ár, og at illveður hevði verið á leiðini.

Tá fimta skipið loysti, ringdi Skipara- og navigatørfelagið umborð og greiddi skiparanum frá sáttmálabrotinum, og bað hann staðiliga um at venda aftur.

Skiparin tók áheitanina til eftirtektar og fór aftur á Tvøroyri, har skipið lá til eftir midnátt 2. jólakvøld, upplýsti Annfinnur Garðalíð í røðu síni fyri aðalfundinum hjá Skipara- og navigatørfelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328