Innkallingar verða nú talgildar

Innkallingar verða nú talgildar
Royndartíðin er av, og allar innkallingar til kanningar og viðgerðir á Landssjúkrahúsinum verða nú sendar borgarum talgilt
Allar innkallingar til kanningar og viðgerðir á Landssjúkrahúsinum verða í framtíðini nú sendar borgarum talgilt á Mínboks
 
06.01.2016 - 12:57

Landssjúkrahúsið sendir umleið 120.000 innkallingar út árliga til borgarar, sum hava tørv á tænastunum hjá stovninum. Umleið 15.000 føroyingar hava longu meldað seg til Mínboks.

Í eina tíð hava ávísar deildir sent innkallingar út umvegis Mínboks sum eina roynd. Nú er avgjørt, at talgildu innkallingarnar skulu umfata allar deildir hjá Landssjúkrahúsinum.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

Landssjúkrahúsið fer at innkalla frá øllum deildum umvegis Mínboks.Allar innkallingar til kanning og viðgerð á Landssj...

Posted by Landssjúkrahúsið - National Hospital of the Faroe Islands on 6. Januar 2016

Tað vil betra um samskifti við borgaran, sum eisini fær skjótari samband við Landssjúkrahúsið. Borgarin fær møguleika at samskifta beinleiðis við Landssjúkrahúsið umvegis Mínboks og til dømis broyta ásettu tíðina.

Hetta letur seg gera, tí at Mínboks er umfatað av dátutrygdini, sum er ásett við lóg og tryggjar, at viðkvæmar upplýsingar ikki falla í hendur á óviðkomandi, skrivar Landssjúkrahúsið í einum tíðindaskrivi.

Borgarar, sum ikki hava skipanina, Mínboks, hava tó framvegis møguleika at fáa innkalling til kanningar og viðgerðir í brævi eins og áður, sigur Landssjúkrahúsið í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860