Eldur í Arnarfelli

Eldur í Arnarfelli
Eldur kom týskvøldið í bingjuskipið Arnarfell hjá Samskip. Tað eydnaðist manningini sjálvari at sløkkja eldin
Eldur kom í í maskinrúminum á bingjuskipinum Arnarfelli í gjárkvøldið. Tað eydnaðist manningini at sløkkja eldin, og eingin fekk skaða
Mynd: Savnsmynd/KvF  
 
06.01.2016 - 08:09

Eldur kom í í maskinrúminum á bingjuskipinum Arnarfelli í gjárkvøldið. Tað eydnaðist manningini at sløkkja eldin, og eingin fekk skaða.

Arnarfell var 50 fjórðingar úr Immingham í Onglandi, tá eldur kom í. Arnarfell fekk ikki brúk fyri hjálp, og skaðin í maskinrúminum verður mettur, tá skipið er komið til Immingham.

Íslendska skipafelagið Samskip eigur Arnarfell, sum siglir undir føroyskum flaggi, tí skipið er skrásett í FAS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328