Sjey hava søkt starvið

Sjey hava søkt starvið
Sjey umsóknir vóru komnar til kommunustjórastarvið í Tórshavnar kommunu, tá umsóknarfreistin var úti hálvan desember
Tórshavnar kommuna hevði fingið sjey umsóknir til kommunustjórastarvið, tá freistin var úti
 
06.01.2016 - 09:28

Sjey umsóknir eru komnar til starvið sum kommunustjóri í Tórshavnar kommunu. Evsta mark at søkja starvið sum fremsta embætisfólk í Tórshavnar kommunu var hálvan desember.

Kommunustjórin er næsti ráðgevi hjá býráðnum og borgarstjóranum. Starvið er bygnaðarliga skipað sum ovasti umsitingarleiðari hjá kommununi beint undir borgarstjóranum.

Lønin hjá kommunustjóranum er góðar 54.000 umframt eina aðalstjóraviðbót, góðar 5.000 krónur. Tað vil siga tilsamans góðar 59.000 krónur um mánaðin.

Ingibjørg Berg, kommunustjóri, hevur sagt seg úr starvinum og gevst 1. juni í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037