Vinarbýarsambandið við Klaksvík í vanda

Vinarbýarsambandið við Klaksvík í vanda
Nú skal endalig støða takast til, um Wick í Skotlandi skal slíta vinarbýarsambandið við Klaksvík
 
09.01.2016 - 10:07

Býráðslimirnir í skotska býnum, Wick, fara í næstu viku endaliga at viðgera spurningin, um býurin skal slíta samanbandið við vinarbýin í Føroyum, Klaksvík, ella um alt skal vera við tað gamla og vinarsambandið heldur fram.

Tað skrivar BBC Scotland.

Í summar boðaði Gail Ross, borgarstjóri í Wick, Klaksvíkar kommunu frá, at hon kann ikki góðtaka at føroyingar drepa grind. Hon sendi tí Jógvani Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík, bræv um, at Klaksvík er í vanda fyri at missa ein vinarbý í mong ár orsakað av grindadrápi.

Men ikki øll eru samd við Gail Ross.

John Rosie, býráðslimur í Thurso, við norðurstrond Skotlands, skilir ikki málið. Í summar skrivaði heimasíðan hjá John O'Groat-journal soleiðis:

Tað tápuligasta í 50 ár

- Tað, sum lokala stjórnin hevur gjørt, er tað tápuligasta, sum eg havi upplivað í meira enn 50 ár. Eg eri skelkaður. Vit hava havt gott samskifti í fleiri ár, og eg vil ikki, at bondini millum Føroyar og okkum verða slitin. Fleiri bygdarfólk og býráðslimir hava djúpar kenslur fyri hesum.

Býráðið í Wick hevði fund um málið mikudagin, og í fundarfrágreiðingini stendur, at sambandið millum báðar vinarbýirnar hevur verið avmarkað seinastu nógvu árini.

Seinasta almenna vitjanin var í 2001, og sambandið gjøgnum fiskivinnu millum báðar kommunurnar hevur ongan týdning, tí Wick er ikki ein so týðandi fiskivinnubýur longur.

Sea Sheperd skrivaði á facebook 15. august í fjør, at felagsskapurin hevur heitt á vinarbýin um at kvetta sambandið við Klaksvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297