Fær ikki stuðul frá Fólkaflokkinum

Fær ikki stuðul frá Fólkaflokkinum
Tað verður ikki við atkvøðunum hjá Fólkaflokkinum, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum fær heimild at loyva flóttafólkum at koma til Føroya
 
12.01.2016 - 08:02

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, endurtók í gjár, at Føroyar eiga at hjálpa flóttafólki, men tað skal gerast á staðnum ella í grannalondunum hjá londunum, fólk flýggja úr.

- Á staðnum kunnu vit hjálpa fleiri 100 fólkum fyri somu pengar, sum Poul Michelsen ætlar at hjálpa tveimum flóttafólkum við at taka tey til Føroya, sigur Jørgen Niclasen.

Fólkafloksins hugsan er greið, sigur formaðurin. Vit eiga at hjálpa á staðnum og í nærumhvørvinum. Poul Michelsen, landsstýrismaður, sigur, at tað er ein politisk avgerð, um Føroyar skulu taka flóttafólk.

SÍ EISINI Fyrireikingararbeiðið helst liðugt í summar

Men fyrst skulu útlendingamálini yvirtakast. Samráðingar eru við donsku stjórnina um yvirtøkuna.

- Tá uppskot um yvirtøkuleistin verður lagt fyri løgtingið, fær løgtingið eisini eitt uppskot um, hvussu ein flóttafólkatilbúgving kann skipast í Føroyum, sigur Poul Michelsen.

Miðað verður eftir, at liðugt verður at fyrireika yvirtøkuna fyri 1. juli í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558