Lønirnar í Føroyum settu met

Lønirnar í Føroyum settu met
Fyri fyrstu ferð í søguni vórðu meira enn tvær milliardir krónur rindaðar í lønum í einum ársfjórðingi
Lønirnar í Føroyum settu met í seinasta ársfjórðingi í 2015. Í byggivinnuni var vøksturin í 2015 8,5 prosent í mun til árið fyri, sambært Hagstovuni
 
13.01.2016 - 16:32

Lønirnar í Føroyum settu met í seinasta ársfjórðingi í 2015. Í fjør fingu fólk í Føroyum yvir átta milliardir krónur í løn, sum eru knappliga hálv milliard meira enn í fjør.

Serliga hýrurnar vóru betri í fjør enn árið fyri. Fiskimenn fingu slaka eina milliard og 700 milliónir krónur í hýrum í 2015, 12,4 prosent meira enn í fjør.

Hetta er annað árið á rað við so stórum vøkstri. Vit skulu heilt aftur til aldaskiftið eftir slíkum tølum, skrivar Hagstovan á heimasíðuni, hagstova.fo

Við einum undantaki, sum er ráevnisvinna, rindaðu allar vinnugreinar í Føroyum meira í løn í 2015 enn í 2014. Lønir, sum føroyingar fáa í øðrum londum, eru ikki við í tølunum hjá Hagstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328