Størsta arbeiðsloysið í Suðuroy

Størsta arbeiðsloysið í Suðuroy
4,5 prosent av kvinnunum í Suðuroynni vóru arbeiðsleysar í november í fjør, siga tølini hjá Hagstovuni fyri november
Størsta arbeiðsloysið í prosentum er hjá kvinnum í Suðuroynni, siga tølini hjá Hagstovuni fyri november í fjør
Mynd: Kort: Google Earth  
 
14.01.2016 - 09:22

Størsta arbeiðsloysið í prosentum er hjá kvinnum í Suðuroynni, siga tølini hjá Hagstovuni fyri november í fjør. 4,5 prosent av kvinnunum í Suðuroynni vóru arbeiðsleysar í november í fjør.

Tær vóru tó færri enn árið fyri. Í november í 2014 var arbeiðsloysið hjá kvinnum í Suðuroynni 6,2 prosent. Arbeiðsleysu kvinnurnar í Suðuroynni vilja arbeiða.

SÍ EISINI Arbeiðsloysið minkar framvegis

Tær flestu eru til reiðar at fara í skúla, í læru, skifta starvsgrein ella blíva umskúlaðar fyri at sleppa á arbeiðsmarknaðin aftur. Nærum allar vilja gera broytingar fyri betur at kunna taka tey arbeiði, sum eru í oynni.

Tað var niðurstøðan í einari kanning, sum Monika Nolsøe Johannesen sjálv triðja gjørdi í november í 2014. Kanningin var ein verkætlan á Fróðskaparsetrinum.

Vilja fegnar til arbeiðis

Monika Nolsøe Johannesen skrivar um arbeiðsleysu kvinnurnar í Suðuroynni og kanningina í blaðnum hjá Samtaki, sum var í Sosialinum í gjár.

Kanningin vísti eisini, at nakrar arbeiðsleysar kvinnur vóru til reiðar at fara í arbeiði, sum gevur nógv minni løn enn arbeiðið, sum tær mistu.

Ein triðingur var til reiðar at arbeiða skeivar tíðir, tað er um kvøldið og um náttina. Eftir at kanningin varð gjørd í november í 2014 er fjarlestrardepil stovnaður í Vági.

Fá størv til kvinnur í Suðuroy

Í næsta mánað byrjar ein flokkur við 25 lesandi úr øllum landinum eina spildurnýggja námsfrøðingaútbúgving í fjarlestradeplinum.

Niðurstøðan í kanningini frá november 2014 var eisini, at torført var hjá kvinnum í Suðuroynni at fáa arbeiði, tí har eru so fá størv, fáar útbúgvingar, fá lærupláss og illa ber til at arbeiða í aðrari oyggj.

Niðurstøðan í kanningini er, at arbeiðsloysið í Suðuroynni er geografiskt. Nógv tær flestu arbeiðsleysu kvinnurnar í Suðuroynni eru ikki tað, sum verður rópt mobil arbeiðsmegi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210