Gullvenjarar settir til flogbóltslandsliðið

Gullvenjarar settir til flogbóltslandsliðið
Kvinnulandsliðið í flogbólti hevur fingið somu venjarar, sum vunnu gull á oyggjaleikunum í Álandi í 2009
Mynd: fbf.fo  
 
20.01.2016 - 17:27

Jóhan Petur á Stongum er settur sum landsliðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum. Hjálparvenjari er Kristian Mikkelsen.

Júst hesir báðir stóðu á odda fyri landsliðnum, sum vann oyggjaleikagull í Álandi í 2009.

Tá var Kristian Mikkelsen høvuðsvenjari, og Jóhan Petur á Stongum hjálparvenjari.

Hava drúgvar royndir

Báðir venjararnir hava roynt nógv í flogbólti. Jóhan Petur er kendur sum sterkur liberospælari, og hevur umframt SÍ eisini spælt fyri Aalborg Volley í Danmark.

Jóhan Petur er í løtuni eisini venjari hjá SÍ-kvinnunum, sum hava spælt seg í steypafinaluna, og tær hava eisini møguleika at koma í FM-finaluna.

Hjálparvenjarin, Kristian Mikkelsen, hevur verið venjari hjá Aalborg Volley í elitudeildini hjá monnum. Hann er í løtuni venjari hjá monnunum í Fleyr.

EM-kapping í Føroyum

Stóra uppgávan hjá teimum báðum venjarunum verður í mai mánaði, tá Føroyar eru vertur fyri einum bólki í EM-kappingini.

Føroyar eru í bólki saman við Írlandi, Liktinstein og Kýpros. Jóhan Petur á Stongum heldur, at Føroyar hava góðan møguleika fyri góðum úrslitum.

- Vit kunnu manna eitt sera gott lið, um allir leikarar eru tøkir, íroknað tær sum dagliga spæla í Danmark, sigur Jóhan Petur á Stongum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435
Sunnudag 15. november
Andakt
216426