Nú verður arbeiðsbólkurin kunngjørdur

Nú verður arbeiðsbólkurin kunngjørdur
Klokkan 11 verður kunngjørt, hvør skal manna arbeiðsbólkin, ið skal gera uppskot um at nýskipa fiskivinnuna
Nú klokkan 11 fæst at vita, hvussu arbeiðsbólkurin, ið skal gera uppskot til nýskipan av fiskivinnuni, verður mannaður
 
21.01.2016 - 10:52

Um eina løtu fæst at vita, hvussu arbeiðsbólkurin, ið skal gera uppskot um at nýskipa fiskivinnuna, verður mannaður, tá landsstýrismaðurin fer at avdúka nøvnini.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vildi ikki gera stórvegis viðmerkingar, tá útvarpið mikudagin spurdi hann um arbeiðsbólkin.

- Tað verður avdúkað í morgin (í dag, red.), og ætlanin er at skipa fyri tíðindafundi, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, við útvarpið.

Drigið út at seta arbeiðsbólkin

Í samgonguskjalinum, ið varð undirskrivað 14. september, er arbeiðsbólkurin, ið skal gera uppskot um at nýskipa fiskivinnuna, lýstur. Í samgonguskjalinum stendur millum annað:

"Ein breitt samansettur arbeiðsbólkur við fakligum førleikum og vinnuligum royndum verður alt fyri eitt settur at gera tilmæli til politisku skipanina um nýskipan í fiskivinnuni frá 1. januar 2018."

- Miðað verður framvegis eftir, at uppskot verður lagt fyri Løgtingið í seinasta lagi á ólavsøku, tí tað stendur í samgonguskjalinum, sigur landsstýrismaðurin við útvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392