Vinnunevndin longri freist

Vinnunevndin longri freist
Vinnunevndin hevur fingið freist til 9. februar at skriva álit um uppskotið hjá landsstýrismanninum um millum annað at selja fisk á uppboðssølu
Vinnunevndin hevur biðið umsitingina hjá Løgtinginum skriva eitt upprit, sum greinar, um ein uppboðssøla kann enda við endurgjaldskravi frá reiðarum
 
22.01.2016 - 11:55

Vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur biðið um og fingið freist til 9. februar at skriva álit um uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um millum annað at selja fisk á uppboðssølu.

Vinnunevndin bíðar eftir einum løgfrøðiligum uppriti frá Løgtingsskrivstovuni. Andstøðan, sum hevur meirilutin í Vinnunevndini, vil hava greiðu á, um løgfrøðiliga er í lagi at selja fisk á uppboði fyri 2018.

Landsstýrið kann verða stevnt eftir endurgjaldi

Nevndin hevur tí biðið umsitingina hjá Løgtinginum skriva eitt upprit, sum greinar, um ein uppboðssøla kann enda við endurgjaldskravi frá reiðarum.

Ein slík uppboðssøla, sum landsstýrið ætlar at skipa fyri, kann enda við, at landsstýrið verður stevnt eftir endurgjaldi fyri mist fiskirættindi, sum reiðarar siga seg eiga til 1. januar 2018.

Tað er niðurstøðan hjá løgfrøðingum á tveimum advokatskrivstovum í Havn, sum hava skrivað Reiðarafelagnum upprit.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391