Í dag verður fólkaatkvøðan um skúlarnar

Í dag verður fólkaatkvøðan um skúlarnar
Klokkan tíggju í dag lata valhølini í Hósvík og Hvalvík upp. Fólkaatkvøða er í teimum báðum bygdunum um framtíðina hjá skúlunum í bygdunum
Fólkaatkvøða er í dag í Hósvík og Hvalvík um framtíðina hjá skúlunum í bygdunum báðum
 
26.01.2016 - 09:31

Býráðið ætlar at lata skúlarnar aftur, tí bara ein skúli, Skúlin við Streymin, skal vera í Sunda kommunu. Veljarar í skúlaumdøminum fyri Hósvíkar skúla velja í Hósvíkar skúla.

Veljarar í skúlaumdøminum fyri Hvalvíkar skúla, sum umfatar Hvalvík, Streymnes og Saksun, velja í Hvalvíkar skúla. Valhølini eru opin til klokkan 20:00, ella so leingi veljarar koma uttan steðg.

SÍ EISINI Fólk vilja hava fólkaatkvøðu um samanlegging

Eingin ivi er um, hvat úrslit, býráðið vil hava á fólkaatkvøðuni. Býráðið hevur einmælt samtykt at hava einans skúla í kommununi.

Undir yvirskriftini "Tíðindi" á heimasíðuni hjá Sunda kommunu verður reksað upp, hvørjir fyrimunir eru við einum skúla.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162