Stuðla føroyingum í at fáa limaskap

Stuðla føroyingum í at fáa limaskap
Stjórnin í Íslandi er sinnað at stuðla landsstýrinum í royndunum at fáa limaskap í Norðurlandaráðnum og EFTA
Íslendska stjórnin er sinnað at stuðla landsstýrinum í royndunum at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum og limaskap í handilsfelagsskapinum EFTA
 
01.02.2016 - 15:21

Íslendska stjórnin er sinnað at stuðla landsstýrinum í royndunum at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum og limaskap í handilsfelagsskapinum EFTA, sum Ísland er í.

Tað stendur á heimasíðuni hjá íslendska Uttanríkisráðnum. Íslendski uttanríkisráðharrin, Gunnar Bragi Sveinsson, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hittust í Reykjavík fríggjadagin.

Millum annað kunnaði Poul Michelsen íslendska ráðharran um uttanríkispolitikkin hjá samgonguni. Samgongan ætlar at fáa Føroyum limaskap í EFTA og fullan limaskap í Norðurlandaráðnum.

SÍ EISINI Landsstýrismaðurin: Fyrireika nú limaskapin

Eftir at hava ráðført seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum, tað var hósdagin, er Poul Michelsen nú farin í holt við fyrireikingarnar.

Sambært íslendska uttanríkisráðharranum er Ísland sinnað at hjálpa føroyingum at fáa sínar uttanríkispolitisku ætlanir framdar.

Í morgun fór Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, úr Íslandi til Finnlands, har hann skal á fund hjá norðurlendsku samstarvsráðharrunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210