Fær nú borðfæ afturvirkandi

Fær nú borðfæ afturvirkandi
Fyrrverandi borgarstjórin í Fuglafirði fær 240.000 krónur í borðfæi fyri 12 ár sum borgarstjóri, hóast semja var gjørd um minni enn helvtina
Býráðið í Fuglafirði feldi eina semju, sum umsitingin gjørdi við fyrrverandi borgarstjóran, Sigurð Simonsen. Í staðin fyri samtykti býráðið eitt uppskot, sum kostar kommununi meira enn dupult so nógv
 
03.02.2016 - 12:29

Leingi er tað, ið væl skal vera. Sigurð Simonsen, sum var borgarstjóri í Fuglafirði frá 2001 til 2012, fær nú borðfæ, 20.000 krónur um árið fyri alla borgarstjóratíðina. Tað samtykti býráðið í síðstu viku.

Í brævi til kommununa segði Sigurð Simonsen, at í grannskoðarafrágreiðingini fyri roknskaparárið 2013 hjá Fuglafjarðar kommunu, at heimild var ikki at rinda borgarstjóranum borðfæ. Men spurningurin varð tikin uppaftur.

Nú varð ein advokatur spurdur. Niðurstøðan hjá bæði advokati og statsløggilda grannskoðaranum hjá kommununi, gjørdist nú tann, at heimild er kortini fyri at rinda borgarastjóranum borðfæ.

Semja var gjørd um minni enn helvtina

Ein semja, ein fyrisitingarlig semja, var annars gjørd við fyrrverandi borgarstjóran um, at hann skuldi fáa borðfæ fyri fimm ár, 100.000 krónur.

Men á býráðsfundinum í síðstu viku fall uppskotið hjá Sonna á Horni, sum nú er borgarstjóri, um at halda fast um hesa semjuna.

Í gerðarbókini frá býráðsfundinum verður víst til fundir og teldupostasamskifti við fyrrverandi borgarstjóran, Sigurð Simonsen, og at ein fyrisitingarlig semja varð gjørd við hann um, at hann frá og við 2013 skuldi fáa 20.000 kr. um árið í fimm ár til og við 2017, tilsamans 100.000 kr.

Skeyt upp at ógilda avtaluna

Talan var um rindan av borðfæi afturvirkandi í fimm ár, sum tó skuldi verða goldið framyvir. Men tann semjan fall á býráðsfundinum. Síðani varð atkvøtt um uppskot hjá Birgiri Petersen.

Hann skeyt upp at ógilda avtaluna, sum fyrisitingin gjørdi við Sigurð Simonsen, og í staðin fyri rinda borgarstjóranum borðfæ afturvirkandi til 1. januar 2001, tað er í 12 ár. Og tað varð samtykt.

Niðurstøðan í fundarbókini er, at "henda samtykt førir sostatt við sær, at fyrrverandi borgarstjórin skal hava eitt samlað borðfæ upp á kr. 240.000,00. Talið 20.000 kr. stavar frá borðfænum, sum landsstýrisfólk fingu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. januar
Góðan morgun Føroyar
185949
Týsdag 7. januar
Morgunlestur týsdagur 7. januar 2025
185729
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
185914
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740