Útnorðurráðið vil eygleiða Arktiska ráðið

Útnorðurráðið vil eygleiða Arktiska ráðið
Umbønin um eygleiðarastøðu verður ikki viðgjørd fyrr enn næsta ár
 
06.02.2016 - 12:50

Útnorðurráðið heitir nú á landsstýrið um at taka undir við umsóknini frá ráðnum um at fáa eygleiðarastøðu í Arktiska ráðnum.

Uppskotið kemur til viðgerðar í tinginum mikudagin.

Útnorðurráðið bað í 2014 um at fáa eygleiðarastøðu í Arktiska ráðnum, sum viðgjørdi umbønina í fjør.

Arktiska ráðið samtykti at útseta viðgerðina av øllum umsóknum um eygleiðarstøðu í ráðnum, til ráðharrarnir londunum, sum manna ráðið, hava fund á vári í 2017.

Sostatt er umsóknin frá Útnorðurráðnum ikki viðgjørd enn. 

Útnorðurráðið heldur, at møguleikar eru hjá stjórnunum, landsstýrunum og tingunum í útnorði at vísa, at tey at taka undir við umsóknini.

Útnorðurráðið sigur í umbønini til Arktiska ráðið, at eygleiðarastøðan er týdningarmikil liður at styrkja samstarvið millum londini í arktiskum málum, og at fremja støðuna hjá Útnorðurráðnum í sambandi við altjóða samstarv um arktisk mál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928