Freistin aftur longd

Freistin aftur longd
Einki røkist fyri, at Løgtingið sleppur at atkvøða um uppskotið hjá landsstýrinum um at selja reiðarum fisk á uppboðssølu
 
17.02.2016 - 08:03

Nú er freistin hjá Vinnunevndini at koma við áliti aftur longd, hesa ferð til 29. februar. Orsøkin er hin sama sum fyrr. Løgfrøðiliga uppritið, sum Vinnunevndin bað umsitingina hjá Løgtinginum um, er ikki liðugt.

Løgtingsskrivstovan sigur, at hon hevur so nógv átroðkandi mál, at stundir hava ikki verið at gjørt løgfrøðiligu metingina. Í dag hevur Vinnunevndin havt uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, í tveir mánaðir.

SÍ EISINI Vinnunevndin longri freist

Andstøðan, sum hevur meirilutan í Vinnunevndini, tekur ikki undir við uppboðssøluni. Hon vil hava at vita, hvat løgfrøðingarnir hjá Løgtinginum siga um vandan fyri endurgjaldskrøvum frá reiðarum, nú teir skulu noyðast at keypa fisk, sum teir siga seg longu eiga, á uppboði.

Reiðarafelagið fór í Løgtingið við tveimum løgfrøðiligum uppritum fyri jól. Í teimum verða løgtingsfólk gjørd varug við, at landsstýrið kann verða stevnt eftir endurgjaldi fyri mist fiskirættindi, sum reiðararnir siga seg eiga til 1. januar 2018.

Ikki undirtøka í samgonguni

Heldur ikki í samgonguni er full undirtøku fyri ætlaðu uppboðssøluni hjá landsstýrinum. Høgni Hoydal ætlar, at uppboðssølan, sum er ein roynd, skal hjálpa nevndini, sum er farin undir at gera tilmæli um, hvussu fiskivinnan skal skipast eftir 31. desember 2017.

Johnny í Grótinum, formaður í nevndini, hevur tó sagt, at tað er ikki avgerandi fyri teirra arbeiði, um royndaruppboðssølan verður samtykt ella ikki.

Sambært lógaruppskotinum fær landsstýrismaðurin heimild til at selja 10.000 tons av makreli, 5.000 tons av norðhavssild, 25.000 tons av svartkjafti og 3.000 tons av botnfiski í Barentshavinum á uppboðssølu í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040