Djóraverndarlógin verður nú dagførd

Djóraverndarlógin verður nú dagførd
Løgtingið hevur samtykt at djóraverndarlógin skal dagførast. Lógaruppskotið verður væntandi lagt fyri Løgtingið í heyst
Djóraverndarlógin skal endurskoðast, hevur Løgtingið einmælt samtykt. Lógaruppskotið kemur helst í Løgtingið í heyst
 
16.03.2016 - 16:11

Løgtingið hevur einmælt samtykt eitt broytingaruppskot frá vinnunevndini um, at tingið skal heita á landsstýrið um at endurskoða og dagføra djórverndarlógina og leggja neyðug lógaruppskot fram.

Sonja Jógvansdóttir skeyt upprunaliga upp at seta nevnd at endurskoða og dagføra djóraverndarlógina.

SÍ EISINI Løgtingskvinna: Djóraverndarlógin má dagførast

Men landsstýrismaðurin í vinnumálum er longu farin at dagføra lógina, og væntandi leggur hann lógaruppskot fyri tingið í heyst.

Tí mælti ein samd vinnunevnd til at broyta uppskotið soleiðis, at tað samsvarar við ætlanina hjá landsstýrismanninum.

Uppskotið um at endurskoða djóraverndarlógina varð samtykt við 30 atkvøðum fyri og ongari ímóti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107