Gera nýggjar tangar og fóðurgoymslu

Gera nýggjar tangar og fóðurgoymslu
Havsbrún hevur fingið loyvi til at byggja nýggjar lýsitangar og nýggja fóðurgoymslu á havnarlagnum í Fuglafirði
Fuglafjarðar Býráð hevur givið Havsbrún loyvi at gera nýggjar tangar og fóðurgoymslu
 
18.03.2016 - 08:25

Fuglafjarðar Býráð samtykti á fundi mikukvøldið at geva Havsbrún loyvi til at byggja ein nýggjan lýsitanga úr stáli, sum verður góðar 7.000 rúmmetrar til støddar.

Haraftrat hevur Havsbrún fingið loyvi til at byggja tríggjar smærri lýsitangar - 300 rúmmetrar hvør - millum mjølgoymsluna og smiðjuna. Har hevur Havsbrún fimm tangar frammanundan.

Havsbrún fekk eisini byggiloyvi til eina nýggja fóðurgoymslu á havnarlagnum. Øll byggiloyvini til Havsbrún vórðu einmælt samtykt í býráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851