Framvegis spenningur um finalupláss

Framvegis spenningur um finalupláss
Spenningur er framvegis í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum um, hvør sleppur við H71 í finalurnar
 
20.03.2016 - 10:05

VÍF, ið liggur á øðrum plássi, hevði annars møguleikan at fáa annað beinið í finalurnar, tá liðið vitjaði í Hoyvíkshøllini í gjár í sínum fjórðseinasta dysti í landskappingini, men vestmenningar tóku ikki av.

Dysturin var javnur í fyrra hálvleiki, men í byrjanini av seinna hálvleik eydnaðist H71 at vinna eina 6-máls leiðslu, sum at kalla helt allan dystin, ið endaði 38-33.

Harvið hava bæði Kyndil og KÍF framvegis møguleika at koma í finalurnar. Kyndil hevur 23 stig, fimm stig færri enn VÍF á øðrum plássi men ein dyst færri.

KÍF á fjórða plássi hevur seks stig upp til VÍF men hevur spælt tveir dystir færri. Kyndil og KÍF spæla dyst í dag. Kyndilsmenn taka ímóti STÍF, meðan kollfirðingar taka ímóti klaksvíkingum.

Báðir dystirnir byrja klokkan fýra. Ein kvinnudystur er í dag. Klokkan trý spæla Stjørnan og Kyndil í Klaksvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858