IMF: Lønar seg at lata kvinnur stýra

IMF: Lønar seg at lata kvinnur stýra
Tað loysir seg at hava kvinnur í ovastu leiðsluni, vísa kanningar í tveimum milliónum evropiskum fyritøkum
Tað loysir seg at hava kvinnur í leiðsluni, er niðurstøðan í kanning hjá Altjóða Gjaldoyragrunninum, IMF
 
21.03.2016 - 11:33

Ert tú misnøgd við inntøkurnar hjá fyritøkuni, er ein løtt loysn at fáa fleiri kvinnur í leiðsluna. Tað er niðurstøðan í stórari kanning, sum Altjóða Gjaldoyragrunnurin, IMF, hevur gjørt.

IMF hevur, sambært Berlingske Business, nágreinað tvær milliónir fyritøkur í 34 evropiskum londum. Niðurstøðan er, at fyritøkur við fleiri kvinnum í ovastu leiðslu og nevnd eru lønsamari.

Granskingarbólkurin kannaði ávirkanina, sum kvinnur í toppleiðsluni hava á inntøkutølini. Í øllum førum geva fyritøkurnar meira, har kvinnur taka avgerðirnar, skrivar nevndin sambært Berlingske.

Lønsemið veksur upp í átta prosent

Ítøkiliga vísir kanningin, at verður ein maður í ovastu leiðsluni skiftur út við eina kvinnu, verður lønsemið hjá fyritøkuni upp í átta prosent betri.

Nógv hevur verið kjakast um sambandið millum inntøku og kvinnur í toppleiðsluni. Granskarar eru fyrr komnir til aðrar niðurstøður enn ta, sum IMF nú kunnger.

Kanningin hjá gjaldoyragrunninum gevur heldur ikki svar uppá, um tað eru kvinnurnar í toppleiðsluni, ið kunnu taka sær æruna av betraða úrslitinum í fyritøkunum, tær starvast í, ella um grundin er, at lønsamar fyritøkur bara duga betur at fáa kvinnuligar toppstjórar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290