Neistin og VÍF eina hond á steypinum

Neistin og VÍF eina hond á steypinum
Kvinnurnar hjá Neistanumog menninir hjá H71 vunnu fyrru FM-finaluna í hondbólti
Mynd: jn.fo  
 
21.04.2016 - 08:57

Tað blivu til sannførandi sigrar bæði í kvinnufinaluni og í mansfinaluni.

Kvínnurnar hjá Neistanum vunnu 25-17 á Kyndli. Hálvleiksstøðan var 12-7 til Neistan.

Toppskjútti hjá Neistanum bleiv Marjun Danberg við átta málum. Marianna Eystberg skeyt fimm mál fyri Kyndil.

VÍF bankaði H71

H71 hevur verið gjøgnum alt kappingarárið verið oddalið í landskappingini, men í gjárkvøldið blivu teir settir upp á pláss í Vestmanna.

VÍF smurdi H71 av við stórsigri. Úrslitið bleiv 31-20 til VÍF, sum hevði verið á odda 16-9 í hálvleikinum.

Eftir dystin segði Áki Egilsnes, sum bleiv toppskjútti í dystinum við tíggju málum, at hóast teir vunnu stórsigur, so er framvegis einki avgjørt.

- Leygardagin skulu vit til Hoyvíkar, og har er sera torført at vinna, so vit taka einki fyri givið, segði Áki Egilsnes aftaná dystin.

 

Myndina eigur jn.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025